Føroysk leikrit ein mangulvøra

Føroyskir rithøvundar er stokk konservativir og síggja ikki virði í at skriva leikrit. Hetta heldur Eyðun Johannesen, sum síðani hann sum fyrsti føroyingar varð útlærdur sjónleikari í 1960, hevur arbeitt fyri at menna føroyska leiklist

Leiklistin gevur fólki møguleika at síggja sítt egna lív í øðrum hami og frá øðrvísi sjónarhorni. Tí hevur tað týdning, at leikrit verða skrivað úr einum føroyskum sjónarhornið. Men føroyskir rithøvundar skriva bara bøkur, staðfestir Eyðun Johannesen, leikstjóri.

Hóast hann fegnast um, at góðir útlenskir klassikarar verða umsettir til føroyska leikpallin, so hevur tað sambært Eyðuni Johannessen minst líka stóran týdning at fáa uppruna føroysk leikrit.

- Vit mugu hava føroyskar leikrithøvundar, tí leiklistin er altíð lokalt forankrað. Eg havi júst verið og hugt eftir leikinum, Orðið, hjá Kaj Munk. Og hesin leikur er framvegis líka brennandi, men hann verður so at siga bara leiktur í Danmark, tí tað er hetta samfelagið, hann endurspeglar. Nakrir sjónleikir verða universiellir klassikarar, men tað lokala hevur eisini stóran týdning. Og tað eru bara føroyskir rithøvundar, sum kunnu skriva um føroysk viðurskifti, heldur undangongumaðurin innan proffesionella føroyska leiklist, sum í dag fyllir 70 ár.


Rithøvundar mugu taka sær um reiggj

At Føroyar eru eitt lítið máløki er sambært Eyðuni Johannessen ikki nøkur undarførsla fyri ikki at hava útbúnar og dugnaligar leikrithøvundar.

- Føroysk blaðfólk fáa sína útbúgvin uttanlanda, og tað eru nógvir góðir dramaturgiskúlar í bæði Danmark, Englandi og USA, har føroyingar kundu útbúgva seg.

- Leiklistin endurspeglar samfelagsmenningina, og við sjónleikinum fáa vit møguleika at spegla okkum í øðrum enn amerikanskum sjónvarpsrøðum. Men vit mangla uppruna føroysk leikrit.

- Eg haldi, at skrivandi fólk í Føroyum skulu taka seg um reiggj. Føroyskir rithøvundar eru so stokk konservativir, at teir síggja bert virði í skaldskapi, sum kemur út í bók.

- Vit hava brúk fyri, at føroyskir rithøvundar fáa trongd og hug at skriva sjónleikir. Og tað er tørvur á, at fleiri fara á leikrithøvundaskúla. Tað skal meira enn eitt lítið skeið til. sigur Eyðun Johannessen, sum sjálvur hevur verið við til at skipa fyri dramaturgiskeiðum fyri skrivandi føroyingum