Føroysk ílegugransking á breddan

Í september skipar FarGEn aftur fyri altóða ráðstevnu um ílegugransking.

FarGen Summit 2013 vendir sær til granskarar og fakfólk í og uttanfyri Føroyar og setur ráðstevnan sjóneykuna á altjóða ílegugransking, føroyska gransking og arbeiðið við FarGen.

Í 2008 byrjaði FarGen verkætlanin í smáum til tess at finna fram møguleikar fyri ílegugransking í Føroyum. Hetta var í einum tíðarskeiði, har tøkniliga menningin við lesing av ílegum tók dik á seg. FarGen menti seg her frá at hyggja at einstøkum sjúkum í Føroyum til at verða eitt heildarkonsept, sum hevur viðført stóran áhuga úti í heimi. Føroyska skipanin við THS, einum samanhangandi heilsugeira, ættarbandsskrá og einum karmi til arbeiðið við mannaílegum við Ílegulógini og Ílegusavninum, gevur Føroyum møguleikar fá onnur hava í samband við gransking og heilsuvitan á íleguøkinum - í eini tilgongd bæði at menna gransking og viðgerðarmøguleikar.

Fyrireikingarnar til FarGen Summit 2013 eru longu komnar væl áleiðis, og longu nú eru nøvn sett á fleiri av fyrilestrarhaldarunum. Hesir eru bæði føroyskir og útlendskir, og verður talan um fleiri stór nøvn innan ílegugransking.