Fernisering við Øssuri Mohr og Ditte M. Joensen, og koncert við Anniku Hoydal og
Jógvan Dahl frá Harkaliðnum verður í Keypmannahavn leygardagin.
Leygardagin skipa Listafelagið í Keypmannahavn og TUTL fyri stórslignari og
listarligari hugnaløtu í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.
Byrjað verður við fernisering við Øssuri Mohr, ið sýnur fram málningar og Ditte
M. Joensen, ið sýnur fram fotolist og harumframt verður livandi tónleikur meðan
ferniseringin er.
Annika Hoydal, Jógvan Dahl og vinfólk trína á pall og spæla vælkend løg hjá
Harkaliðnum.
Tiltakið byrjar kl. 16.00 og endar á miðnátt.
Hesum boða fyrireikararnir frá í dag.