Thomas Arabo
????????????
Nú um dagarnar var ein ráðstevna í Norðulandahúsinum um viðurskiftini millum politikarar og umsitingina. Tað man vera lítil ivi um, at vit hava vælkvalifiseraði fólk í umsitingini. Ein partur av umsiting eru pappír og reglur. Hesin partur kann lærast, og hava tey flestu eina holla útbúgving í slíkum. Hin parturin er menniskjaligheit. Hetta er ikki nakað, man uttan víðari lesur seg til, hetta er nakað man lærir, tá man fæst við fólk gjøgnum lívið, og tá er líka mikið, hvat kandidatgradin er í.
Hugburður eftir við hús
Vit hoyra, at fólk hava trupulleikar við at fáa viðgjørt umsóknir um uppihaldsloyvi í Føroyum, tí umsitingin noktar at skriva brøv á donskum. Hvar hesin hugburður kemur frá, veit eg ikki, men eg hopi, at umsiting okkara í hvussu so er so mikið at sær komin, at holdningar verða lagdir eftir við hús. Tá medmenniskju okkara eru í trupulleikum, tí Innlendismálaráðið noktar at skriva brøv í tí máli, allir føroyingar skriva feilfrítt, so er okkurt rívandi galið. Ein persónur í almennari maktpositión, ið einsporað fylgir einum sekunderum prinsippi, uttan atlit til, hvussu menniskju vera viðfarin við teirra handlingum, verða við einum fremmandum orði rópt ?skrankipávar?. Føroyski skattgjaldarin hevur, so vítt eg minnist, ongantíð biðið um slíkar.
Eg skammist sum føroyingur
Hevði málið hjá innlendismálaráðnum av øllum illum snúð seg um deyð ting, so var kanska øðrvísi. Eftirsum tað eru menniskjalagnur, ið málið snýr seg um, so skammist eg sum føroyingur, at fólk, ið ynskja at liva og virka í Føroyum, skulu liggja í klemmu, av tí at nøkur fólk ikki vilja skriva eitt bræv á donskum.
Brúkið tað mál, sum er neyðugt til at avgreiða málið!
Embætisverkið eigur at avgreiða málið til frama fyri tey fólk, ið nýta skipanina so skjótt sum møguligt. Fá brøvini avstað á donskum, enskum ella fyri tað á Swahili máli, um tað styttir um tíðina, sum hesi neyðars fólk liva í óvissu, tí onkur noktar at skriva danskt. So kunnu embætisfólk skeldast aftaná, hvørt tað var rætt ella ikki at skriva á donskum, og hvussu hetta skal gerast framyvir. Hetta snýr seg ikki, hvørt man er góður við føroyska málið ella ikki, hetta snýr seg um menniskjaligheit kontra einari ótrúligari kynismu, ið ongastaðnis hoyrir heima.










