- Jú, vit ætla okkum út aftur at ferðast. Tað er púra vist, men spurningurin er bara hvar vit so fara. Um tað verður til Egyptaland ella okkurt annað stað, ella kanska Mykines, tað vil tíðina vísa.
- Hóast vit hava uppliva slíkt, so hvørki kunnu vit ella ynskja vit at byrgja okkum inni nakrastaðni, sigur havnakvinnan Elsa Ingrid Hansen við Sosialin, tá vit tosaðu við hana fyrrapartin í gjár.
Hon var sjálv í egyptiska býnum, Sharm el-Sheikh náttina fyri leygardagin, tá tríggjar bumbur sprongdust í býnum.
Hon, maðurin og tvey børn vóru farin hagar í summarfrí tann 14. juli í tvær vikur, og skuldu eftir ætlan koma aftur til Danmarkar hósdagin.
Men orsakað av ógvusligu hendingunum vórðu tey ístaðin tvungin at fara heimaftur sunnudagin. Saman við teimum fóru øll hini ferðafólkini hjá Apollo ferðaskrivstovuni, hagani tey høvdu keypt ferðaseðlar sínar.
Burtur frá
Tað kom óvart á øll, tá tær tríggjar bumburnar brustu í Sharm el-Sheikh hesum vælumtókta ferðavinnubýnum, sum liggur á sunnaru síðu á Sinai-hálvoynni.
Fyrr í mánaðinum var Elsa, sum er gift og býr í danska býnum Allerød, farin hagar í summarfrí. Tey nutu dagarnar, men náttina fyri leygardagin broyttist alt: Tríggjar bumbur brustu og minst 88 fólk hava latið lív og omanfyri 200 vórðu særd.
Bumburnar brustu nærhendis tveimum luksushotellum í býnum og í basarinum, men tíbetur fyri Elsu og familju hennara, lá teirra hotell langt frá støðunum, har bumburnar brustu.
Vistu av ongum
Hóast hendingarnar fóru fram á miðjari nátt, so gekk long tíð til tey frættu um tilburðin.
Tey fingu í roynd og veru ikki nakað at vita um tað sum var farið fram, fyrrenn maðurin tendraði fyri sjónvarpinum, og har fekk alt at vita um hendingina gjøgnum rásina CNN.
- Hetta var um hálvgum níggju-tíðina um morgunin, og frammanundan tí vistu vit av ongum.
- Vit lógu faktiskt og svóvu, tá bumburnar brustu um hálvgumeitt tíðina. Vit hava so einki hoyrt til nakra teirra, greiðir Elsa frá.
Hotellið, har tey búðu, liggur einar fýra km. frá bumbustøðunum, og tí vórðu tey ikki órógvað av ógvusligu hendingunum inni í býnum.
Óvissa
Eftir at maðurin hevði sæð tíðindini um bumburnar í CNN fóru tey oman í móttøkuna á hotellinum.
Har sóu tey eitt uppslag frá Apollo Rejser, har greitt varð frá tí, sum var farið fram um náttina.
- Har vóru eisini løgreglumenn at síggja og uttanfyri vóru vegforðingar settar upp. Vit vórðu vinarliga biðin um ikki at fara út í býin, men heldur halda okkum inni á økinum við hotellið, sigur Elsa.
Hon heldur sjálv, at tey vórðu nokk so illa upplýst um gongdina í tí, sum fór fram. Í veruleikanum var tað so, at tey frættu meiri um tilburðin heimanífrá frá familjuni, sum ringdi hagar fyri at vita, hvussu til stóð.
Kl. 9 leygarmorgunin tosaði hon so eisini við pápa sín í Havn, og greiddi honum frá, at tey høvdu tað gott, men at tey vóru eitt sindur sjokkerað av øllum.
Hinvegin gekst illa hjá teimum at fáa nakað nærri at vita um, hvat skuldi henda við teimum víðari við uppihaldinum: Skuldu tey heim ella sluppu tey at verða har sum ætlað til hósdagin.
Tey gingu soleiðis allan leygardagin og nakað út á sunnudagin í óvissuni um tey vórðu noydd at avbróta feriuna ella hvussu.
Sunnudagin varð so avgerð tikin um, at tey skuldu fara heim, og sluppu tey tá til Danmarkar við fyrsta flogfarinum.
Í gjármorgunin vóru tey í ferð við at koma fyri seg aftur í heimi teirra í norðursjællandska býnum.
- Jú, tað er gott at vera heima aftur í Allerød, sigur 34 ára gamla Elsa Ingrid Hansen.
- Nógvir spurningar stinga seg upp
Tá slíkt hendir eru nógvir spurningar og nógvar kenslur sum koma fram.
- Tann stóri spurningurin hjá okkum var alla tíðina: Fer hetta at henda aftur? Og um so verður hvar? Her í býnum? Og kanska á okkara hotelli?
- Ja, tað er ótrúligt hvussu ein kann føla tað, - her tað vóru um 40 stig. Sjálvt í slíkum hita, so kann ein kenna kulda innan í sær, tí ein stendur so óhjálpin. Eingin hevði jú rokna við slíkum álopi her, sigur Elsa.
Á flogvøllinum í Sharm el-Sheikh og í Danmark stóð løgregla og onnur hjálparfólk til reiðar at taka sær av teimum heimkomnu ferðafólkunum. Har vóru eisini sjúkrasystrar, kreppusálarfrøðingar og onnur, sum vóru til taks, um onkur ynskti at fáa eina persónliga samtalu við tey um hendingarnar.
Við sær høvdu Elsa og Allan tvey børn, og tey hava allatíðina roynt at greiða serliga teirri 8 ára gomlu gentuni frá tí, sum fór fram og hví so nógv løgregla var at síggja allastaðni. Tann 3 ára gamli sonurin man ikki til fulnar hava skilt hví og hvussu.