Føroysk krabbaveiða so trygg sum tilber

At veiða krabba undir Føroyum við teimum rúsum, sum her verða nýttar, verður ikki mett at vera vandamiklari enn onnur veiða

Krabbaveiða

Í greinini í blaðnum týsdagin um nýggju føroysku krabbavinnuna, vístu vit á, at krabbaveiða við rúsum sambært útlendskum hagtølum telist millum heimsins vandamiklastu arbeiði.
Men krabbaveiða er so mangt, og ymiskt er, hvussu hon er skipað. Rúsurnar eru ymiskar í stødd og vavi, og ymiskt er eisini, hvussu skipini eru riggaði.
Tað er sjálvsagt ein stórur munur at arbeiða við rúsum, sum eru lutfalsliga smáar og viga lítið - og so at arbeiða við teimum velduga stóru rúsunum, vit onkuntíð hava sæð á filmi úr Alaska ella Kanada.

Tryggar umstøður

Umborð á Bergunn, ið er skipið, sum nú er á vinnuligari krabbaveiði undir Føroyum, eru arbeiðsumstøðurnar hjá manningini lagaðar so væl, sum tilber. Neyðugar broytingar til tess at gera umstøðurnar uppaftur betri, eru framdar og verða framdar so hvørt, tað vísir seg, at batar kunnu fremjast.
At veiða krabba undir Føroyum við teimum rúsum, sum her verða nýttar, verður tí ikki mett at vera vandamiklari enn onnur veiða.

Stórur spenningur

Bergunn, sum er fyrrverandi ísfiskatrolarin, Skansatangi, er settur í stand, og skipið er snotuligt á at líta ? heilt av brúnni og niður í lastina.
8-9 mans eru við skipinum, og spenningurin er stórur, hvussu henda vinna, sum er nýggj í Føroyum, fer at taka seg út.