Føroysk konsert-DVD á marknaðin

Tað koma nógvar fløgur út í Føroyum, men tað er meira sjáldsamt at bólkar fara í holt við eina DVD. Men hósdagin koma Debess Blues Station á marknaðinum við eini konsert-DVD. Hetta eru upptøkur, sum vórðu gjørdar í summar og tað eru teir tríggir, Uni R. Debess, Edvard N. Debess og Rúni W. Højgaard, sum spæla á hesi konsertini.

 

Upptøkurnar fóru fram á tjóðpallinum í Tórshavn.

 

-Tað var umráðandi hjá okkum at fáa eitt hugnaligt umhvørvi í hesar upptøkurnar, og tað sæst og hoyrist á hesi DVD. Stemningurin er avslappaður, og fólkini og vit hugna okkum óført, greiður bólkurin frá í tíðindaskrivi.

 

Løgini á DVD´ini ?Live at the Dairy? eru mest løg av nýútkomnu fløguni hjá DBS, men tá hetta er spælt á palli fær tónleikurin eitt annað rák. Her hevur bólkurin leysari teymar og loyvir sær fríari ræsir.

 

Í samband við DVD-útgávuna og fløguútgávuna áðrenn jól hevur bólkurin útgávukonsert í Perluni leygarkvøldið 19 mars kl. 20.

 

Her verður høvi at uppliva bólkin á palli og verður eisini høvi at ogna sær signeraða fløgu og DVD.

 

Á konsertini fara Lena & Niclas at hita upp, meðan tey eisini, saman við Finni Hansen og Maluni Thomsen luttaka á sjálvari konsertini hjá DBS.