Føroysk journalistútbúgving krevur pengar á borðið

- Ein føroysk journalistútbúgving er alneyðug, men virði á eini slíkari útbúgving stendur og fellur við viljanum hjá politiska myndugleikanum at játta nóg nógvan pening. Hálvar loysnir duga ikki, sigur fyrrverandi SvF-stjórin, Árni Gregersen

 Ein føroysk journalistútbúgving skuldi verið sett á stovn í Føroyum ongantíð ov skjótt. Men ein slík útbúgving hevur einki virði, um fortreytirnar ikki eru í lagi. Tað metir fyrrverandi SvF-stjórin og núverandi sjónvarpsstjórin á Bornholm, Árni Gregersen.
- Eg taki fult undir við eini føroyskari journalistútbúgving. Men um hetta verður gjørt, uttan at politiski myndugleikin játtar nóg nógvan pening, og uttan at avvarðandi myndugleikar veruliga satsa, hevur ein slík útbúgving lítið virði, sigur Árni Gregersen.
                      Við øðrum orðum ávarar hann ímóti hálvum loysnum og hálvhjartaðum stigum, og tí stendur og fellur málið við viljanum hjá lóggevandi valdinum.
 
Innlit í føroyska samfelagið
Árni metir, at ein føroysk journalistútbúgving hevði verið ein stórur vinningur hjá føroyska samfelagnum.
- Um vit høvdu okkara egnu útbúgving, høvdu føroysk journalistlesandi t.d. verið sett inn í okkara egna lógarverk, sum er heilt øðrvísi enn donsk løgfrøði. Tað er ein trupulleiki, at allir útbúnu journalistar okkara útbúgva seg í londum, sum eru øðrvísi enn okkara. Tá hesi so koma heim at arbeiða í Føroyum, vita tey ov lítið um tað samfelag, tey skulu viðgera og lýsa hvønn dag, sigur Árni Gregersen.
Umframt, at føroyskir journalistar fingu størri innlit í sítt egna samfelag við eini føroyskari journalistútbúgving, metir Árni eisini, at hetta hevði skapt ein sterkari málførleika millum journalistar, sum sambært fyrrverandi sjónvarpsstjóranum er ein átroðkandi trupulleiki í dagsins tíðindaflutingi.
 
Altjóða útbúgving
Men hóast ein føroysk journalistútbúgving fyrst og fremst skal taka støði í føroyska samfelagnum, metir Árni tað vera alneyðugt at skapa ein altjóða profil.
                      - Umframt fak í altjóða viðurskiftum kundi Setrið fingið útlendskar kapasitetar til Føroya at undirvíst, so útbúgvingin hevði eina altjóða dimensión, metir Árni.
Hann heldur ikki, at nýggju reglurnar á Danmarks Journalisthøjskole, sum avmarkað møguleikan hjá føroyskum umsøkjarum at sleppa inn, er nøkur vanlukka. Bæði Syddansk Universitet í Odense og Roskilde Universitetscenter hava útbúgvingar í journalistikki, og Árni sigur, at bestu royndir hansara á sjónvarpsstøðini á Bornholm eru við journalistum, sum eru klaktir á RUC. Og so ber eisini til at lesa aðrastaðni enn í Danmark, sum fleiri og fleiri eisini gera.
                      - Men grundgevingin um etniska javnstøðu er burturvið. Ein føroyingur í Danmark kann als ikki samanberast við ein pakistana, tí vit eru danskir statsborgarar, sum kortini búgva í okkara egna samfelagi, slær Árni fast.
 
Tvær milliónir ov lítið
Í útvarpsinnslagi í seinastu viku metti rektarin á Fróðskaparsetrinum, Jóan Pauli Joensen, at ein journalistútbúgving kundi koma at kosta um tvær milliónir árliga. Men Árni ristir við høvdinum at hesi upphædd.
                      - Ein dygdargóð journalistútbúgving kostar meiri enn tvær milliónir um árið. Umframt løn til undirvísarar krevst nýmótans tøknifrøðilig útgerð, serliga um næmingar skulu fáa royndir við loftmiðlum, og við hesum í huga ljóða tvær milliónir ov lítið í mínum oyrum, sigur Árni Gregersen at enda.
 
Mynd:
- Um ein føroysk journalistútbúgving verður sett á stovn, uttan at politiski myndugleikin játtar nóg nógvan pening, hevur ein slík útbúgving lítið virði. Fortreytirnar skulu vera í lagi, sigur fyrrverandi sjónvarpsstjórin Árni Gregersen