Siðvenja við at senda jólakort hevur sín uppruna í Stóra Bretlandi í 1843. Sir Henry Cole, ið var embætismaður hjá stjórnini, hevði lagt lunnar undir nýggja bretska postverkið, og ynskti at gera eitthvørt, ið fekk vanligar borgarar at brúka hesa nýggju tænastu.
Hann vendi sær til vinmannin John Horsley, ið var listamaður, og sama gjørdu teir fyrstu jólakortini, ið blivu seld fyri eina skilling, ið er umleið ein króna. Umleið 1.000 kort blivu seld fyrsta árið.
Víð tíðini vaks undirtøkan fyri jólakortum og fyrst í 20. øld spjaddi siðvenjan seg til restina av Evropa. Men longu 1896 kundu føroyingar keypa føroysk jólakort. Tað sæst nevniliga í einari lýsing í Føringatíðindi frá 3. desember 1896.
- Jólakort og onnur fittlig og prýðulig kort við Føroyskari skrift eru at fáa hjá D. Ísaksoni (í geil), ljóðaði lýsingin.
Aðrastaðni í blaðnum sæst eisini, at Djóni í Geil verður róstur fyri hetta avrik.
- Föroysk jólakort: Jólakort eru nakað av tí dámliga nýggja, sum »civilisatiónin« hevur fört til landið. »Djóni í Geil« eigur prís fyri, at hann er fyrsti maður, sum selur slík kort við Föroyskari skrift, stóð at lesa í blaðnum.
Hesin stubbin er partur av eini størri grein ”Hvaðani stavar tað”, ið var at lesa í jólablaðnum hjá Miðlahúsinum, ið bleiv borið út í hvørt hús í Føroyum fyrst í desember.