Føroysk áhugamál sett til viks

Føroyar mótmæla, at føroysk áhugamál verða sett til viks í sambandi við donsku kúvendingina í IWC, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum

Líkt er nú til, at tað, ið ávarað hevur verið ímóti seinnu árini er veruleiki í dag, nevniliga, at ES stjórnar føroyskum hvalaveiðipolitikki í IWC umvegis Danmark, ásannar Høgni Hoydal, uttanríkisráðharri.

Høgni Hoydal hevur í brævi í gjár boðað danska uttanríkisráðharranum frá, at Føroyar taka ikki undir við, at meginreglan um burðardygga hvalaveiði og burðardygga menning verður sett til viks á komandi IWC fundi, ið verður settur 23. juni í Kili, har ætlanin er at stovna eitt øki í Suðuratlantshavi, har fullkomið bann verður ásett fyri hvalaveiði.

- Tílíkar samtyktir eru ikki sørt vandamiklar, tí at tær kunnu skapa fordømi fyri millumtjóða samstarvi um fiskirættindi, heldur Høgni Hoydal.