Sunnudagin 8. juli skipar Hjartabarnið fyri tiltaki við fyrilestri og hugnaligari samveru fyri føroyskar hjartabarnafamiljur og avvarðandi.
Rólant Biskopstø, ið sum 14 ára gamal fekk nýtt hjarta, fer at greiða frá, hvussu hann upplivdi hetta og um, hvussu lívið hevur verið síðan.
Eisini fer Randi Kúrberg frá Hvirluni at fáa børn og foreldur, sum hava hug, at røra seg saman.
Høvi at seta spurningar, fáa sær ein drekkamunn og práta.
Tiltakið verður sunnudagin 8. juli kl. 15.00 í MBF-húsinum á Íslandsvegnum í Havn, og øll eru vælkomin.
Hjartabarnið er áhugabólkur undir føroyska hjartafelagnum fyri hjartabørn og avvarðandi teirra.










