Hjúnini, Karin og Ragnar Háskor, sum lesa í Avstralia, verða gestir á Rás2 í tímanum millum 11 og 12. Eftir tíðindini kl. 11, og fram til kl. 12 verða hjúnini Ragnar og Karin Háskor í studionum hjá Rás2 í Miðlahúsinum. Tey lesa bæði í Avstralia. Tey fara at greiða frá hvussu tað er at taka eina útbúgving í Avstralia, og fara at røðu um ymisk viðurskifti, ið hava samband við Avstralia. Tey hava í løtuni summarferiu. Avstralia liggur jú á sunnaru hálvkúglu, og har er soleiðis nógv, sum er øðrvísi. Tey fara eisini at røða um hvussu ein ber seg at, um ein ynskir at taka eina útbúgving í Avstralia.










