Tá spaniólar skuldu fyrireika seg til dystin móti Italia, fingu teir eisini hjálp úr Føroyum. FSF hevur nevnliga sent upptøkur frá heimadystinum móti Italia til Madrid. - Eg varð uppringdur av einum manni, sum presenteraði seg sum Luis Aragones, ið jú er spanskur landsliðsvenjari. Eg veit so ikki, um nakar hevur gjørt hetta til stuttleika, men hann ljóðaði rættiliga sannførandi, og hann spurdi so um tær upptøkur, sum vit høvdu av dystinum. Og vit játtaðu í øllum førum at hjálpa, og fløgur við upptøkunum vórðu alt fyri eitt sendar til Madrid, soleiðis sum teir bóðu, sigur Ingi Samuelsen av skrivstovuni hjá FSF.










