Føroysk herferð vunnið altjóða virðisløn

Enn einaferð hava Atlantic Airways og Visit Faroe Islands vunnið altjóða virðisløn fyri marknaðarføring

Marknaðarátakið "Faroe Islands Translate" hjá Atlantic Airways og Visit Faroe Islands hevur í kvøld vunnið hægstu virðisløn á World Media Awards í London í bólkinum "Travel & Tourism".

 

World Media Awards er eitt samstarv millum leiðandi miðlar í heiminum, sum til dømis New York Times, Washington Post, Bloomberg, Forbes, Fortune, Newsweek, Time, The Economist, Wall Street Journal og National Geographic.

 

– Vit eru púra ovfarin av, at vit vinna henda stóra altjóða heiðurin aftur í ár. At heimsins størstu miðlar halda, at vit hava uppiborið heiðurin fyri besta ferðavinnuátak í heiminum tvey ár á rað, er heilt óveruligt. Ein serlig tøkk til allir føroyingar, sum hava hjálpt til við at umseta, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands.

 

Faroe Islands Translate, sum varð verksett fyri fimm mánaðum síðani, fekk umrøðu um allan heim. Marknaðarátakið snúði seg í stuttum um, at av tí at máttmikla Google hevur ignorerað føroyska málið í Google Translate, gjørdu vit føroyingar bara okkara egnu umsetingarskipan, kallað "Faroe Islands Translate". Fólk kundu skriva, hvat tey ynsktu at fáa umsett, og ein tilvildarligur sjálvboðin føroyingur fekk boðini, tendraði myndatólið á fartelefonini og umsetti beinleiðis. 

 

Tá átakið var liðugt í november, hevði Faroe Islands Translate umsett úr heili 215 málum og gjørt yvir 30.000 unikkar videoumsetingar. Heili 1,3 milliónir hava roynt skipanina.