Føroysk húsarhald hava lán fyri 11,7 milliardir krónur. Tað upplýsir Landsbankin í eini uppgerð í morgun.
Tað, sum verður talt upp í bólkin, Húsarhald eru løntakarar, pensjónistar og sjálvstøðugt vinnurekandi, umframt fótbóltsfeløg og fimleikafeløg, og onnur feløg, sum ikki eru vinnulig.
Sostatt eru lán til húsarhald slakar tveir triðingar av øllum lánum hjá peningastovnunum, sum eru upp á tilsamans 15,6 milliardir.
##med2##
Annars sigur Landsbankin, at stígur er komin í vøksturin. Í 2018 hækkaðu útlánini hjá peningastovnumum seks present, men í fjør minkaði vøksturin niður í einki.
Landsbankin sigur sostatt, at í fjør hækkaðu útlánum frá føroyskum peningastovnum til húsarhald, minni enn eitt present.
Men verða lán frá donskum peningastovnum, og realkredittstovnum til føroysk húsarhald, tald við, hækkaðu lánini hjá føroyskum húsarhaldum fýra prosent í fjør.
##med3##
Í fjør hava føroysku bankarnir ikki hava lænt so nógv út sum undanfarin ár, men hinvegin eru lánini úr donskum realkredittstovnunum økt munandi hetta árið.
Landsbankin sigur, at tað ber ikki ber til at siga, hví eftirspurningurin hjá føroysku húsarhaldunum eftir donskum realkredittlánum er øktur, men helst hava tær lágu renturnar hava havt eina ávirkan.
Serliga eru lánini við fastari rentu í yvir 10 ár, kunandi økt í fjør. Men hóast føroyingar eru farnir at taka munandi meiri realkredittlán, eru tey lánini bara ein viðfáningur av tí føroyskir peningastovnar læna út.
– Føroysk húsarhald hava lán fyri 8,8 milliardir í føroyskum peningastovnum, og fyri 2,9 milliardir í donskum realkredittstovnum, sigur Landsbankin.
Landsbankin heldur eyga við útlánsvøkstrinum. Bankin sigur, at veksa útlánini skjótari enn búskapurin, kann tað vera tekin um, at bankarnir slaka krøvini til tey, sum læna, og sostatt veksur vandi fyri, at bankarnir fáa tap av sínum útlánum.
Eftir framrokning hjá Hagstovuni vaks bruttotjóðarúrtøkan 6,6 prosent í fjør men útlánini hjá føroyskum peningastovnum var væl minni enn tað hetta árið.
Útlánini eru sostatt ikki vaksin skjótari enn búskapurin, men tað er kortini neyðugt at halda eyga við vøkstrinum í útlánunum, tí gongdin kann brádliga venda eins og hon gjørdi fram til báðar undanfarnu fíggjarkreppurnar, sigur Landsbankin.