Føroysk húsarhald mist 4 milliardir í frívirði

Frívirðið hjá føroysku húsarhaldunum er minkað útvið 4 milliardir krónuir síðan heystið 2007.

Tað sæst í hagtølunum á seinastu búskaparmetingini hjá Landsbanka Føroya.

Frá mars mánaði 2005 til september í 2007 vaks samlaða bústaðarvirðið í Føroyum úr knøppum 15 milliardum krónum, upp í næstan 25 milliardir krónur.

Samstundis vaks frívirðið á føroysku sethúsunum eisini, tá útlánini til sethús ikki vuksu nevnivert sama tíðarskeið.

Í september 2007 var samlaða frívirðið í føroyskum sethúsum góðar 19 milliardir krónur, meðan tað í mai 2009 var góðar 15 milliardir krónur.

Bústaðarvirðið er ikki minkað eins nógv, knappar 3 milliardir krónur, meðan útlánini til sethús er vaksið við einari milliard.