Føroysk gransking vekir ans í Danmark

Hjartasjúkur, diabetes og avleiðingar av yvirvekt eru millum tær sjúkur, ið vanliga verða bólkaðar undir lívsháttarsjúkur, og verða mettar at vera ein trupulleiki hjá fleiri íbúgvum í heimsins ríkastu londum.


Av tí sama verður nógvur peningur settur av til gransking, ið skal minka um hesar sjúkur. Millum tær verkætlanirnar er verkætlanin hjá FSF og Fróðskaparsetrinum við heilsufótbólti, ið Magni Mohr hevur staðið fyri.


Í 18 vikur spældu 714 luttakarar fótbólt tvær til fýra ferðir um vikuna við 15 ymiskum liðum. Kanningin vísti, at regluliga venjingin var góð fyri blóðtrýsti og treysti hjá luttakarunum.


Úrslitið av verkætlanini var so mikið gott, at tað hevur vakt ans í Danmark, har millum annað Danmark Radio hevur gjørt eina drúgva grein um verkætlanina.


Í greinini tosar Danmark Radio við Magna Mohr, ið upplýsir, at føroysku heilsumyndugleikarnir nú umhugsa møguleikan at brúka liðvenjing í viðgerðina hjá fólkum, ið stríðast við lívsháttarsjúkur.


Til ber at lesa alla greinina við at trýsta á her.