VÍSUND
Tíðindaskriv
Fríggjadagin 13. august hevði tíðarritið "Science", sum verður mett millum tey fremstu vísindatíðarrit í heiminum, eina grein, sum m.a. bygdi á føroyska gransking. Greinin, sum hevði heitið »Already the Day After Tomorrow?«, viðger kanningar av streymunum, sum reka fram við Føroyum. Hesir streymar hava stóran týdning fyri veðurlagið um okkara leiðir og eisini fyri jørðina sum heild. Tí er stórur áhugi millum altjóða granskarar at kanna teir, og Fiskirannsóknarstovan hevur í nógv ár mátað streym kring Føroyar í samstarvi við granskingarstovnar í nógvum ymsum londum.
Greinin í Science hevur fingið heitið eftir filminum »The Day After Tomorrow«, sum helst fleiri munnu hava sæð ella hoyrt um. Hesin filmur vísir eina ræðumynd, sum ikki hevur nógv við veruleikan at gera; men hann byggir tó á ein veruligan trupulleika. Nakrir serfrøðingar óttast fyri, at dálking kann fáa streymarnar kring okkum at vikna í hesi øldini. Um hetta hendir, so fær tað óivað avleiðingar fyri veðurlagið um okkara leiðir. Ikki so, at vit skulu vænta eina ístíð, sum filmurin leggur upp til; men partar av Norðureuropa kunnu fara at kólna nakað og serstakliga økini um okkara leiðir. Hetta hevur sjálvandi stóran áhuga; men serfrøðingarnir eru ikki samdir um, hvussu trúligt tað er, at streymarnir fara at vikna. Tí eru mátingar av streymunum so umráðandi. Tær kunnu vísa broytingar, um tær koma, og greinin samanfatar í stuttum tær mátingar, sum eru gjørdar. Mátingarnar vísa týðiliga, at broytingar hava verið, og nakrar av mátingunum benda á viknandi streym; men samstundis síggjast aðrar broytingar, sum kunnu styrkja um streymin. Tí ber ikki til, sum er, at siga, hvussu gongdin verður. Bogi Hansen á Fiskirannsóknarstovuni hevur skrivað greinina í Science saman við trimum øðrum granskarum úr Noregi, Týsklandi og Skotlandi.










