Føroysk granskarapark eftir sama leitsti sum Vágatunnilin

- Ein granskarapark kann samanberast við eitt hotell, har gestir í stytri ella longri tíðarskeið leiga sær eitt kamar og hava atgongd til felags hentleikar, t.d. matstovu, sauna og annað. Í parkini eru "gestirnir" eitt nú lesandi, granskarar og fyritøkur, sum í stytri ella longri tíðarskeið leiga sær høli til tess at menna vitanargrundað hugskot. Hesir "gestir" hava atgongd til felags hentleikar sum kanningarstovu, fundarhøli, telefonmóttøku, kantinu og annað, segði Maria Róin við eina framløgu og kunning um føroyska granskarapark

Gransking

Seinasta hósdag bjóðaði landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, fjølmiðlum til kunnandi fund um frágreiðingina og tilmælið í sambandi við uppskotið um stovnsetan av eini granskarapart í Føroyum.
Fundurin var í Sjó-og Vektarbúðini í Tinganesi, og tað vóru umboð fyri tvørfakliga stýringsbólkin við Mariu Róin á odda, sum høvdu framløguna.
Umframt Bjarna Djurholm og Hans Paula Strøm, landsstýrismenn, vóru eisini Pál Weihe og Bjørn Harlou við á fundinum. Pál situr í stýringsbólkinum umboðandi Almanna-og Heilsumálaráðið, og Bjørn telist millum umboðini hjá Vinnumálaráðnum.
Tað var Bjarni Djurholm, sum beyð vælkomin og segði, at landsstýrið fyri góðum ári síðan hevði sett sær fyri at fara í holt við hetta. Hann vísti á, at tætt samstarv hevur verið í landsstýrinum um ætlanina, og serliga hevur nógv samstarv verið millum landsstýrismannin í vinnumálum og landsstýrismenninar, Hans Paula Strøm og Jógvan á Lakjuni, ið situr við gransking sum eitt av sínum málsøkjum.
- Vit eru ógvuliga fegin um álitið - frágreiðingina og tilmælini, og eg kann siga, at landsstýrið tekur undir við høvuðsmálunum, segði Bjarni Djurholm.

Hvar er ein
granskarapark?
Maria Róin greiddi frá arbeiðssetninginum hjá stýringsbólkinum, sum var 1) at lýsa møguleikarnar fyri at seta á stovn granskarapark í Føroyum, 2) at gera ítøkiligt uppskot um innihald, bygnað og fígging av parkini og 3) at vísa á neyðugar lógarkarmar og møguliga at gera uppskot hesum viðvíkjandi.
- Tíðin hjá stýringsbólkinum rakk ikki til at gera uppskotið til lóg um granskaraparkina, segði Maria.
Hon greiddi eisini frá, hvat stýringsbólkurin hevði hugsað sær við eini granskarapark og hvat ein granskarapark er.
- Ein granskarapark kann samanberast við eitt hotell, har gestir í stytri ella longri tíðarskeið leiga sær eitt kamar og hava atgongd til felags hentleikar, eitt nú matstovu, sauna og annað.
Hon segði, at í parkini eru "gestirnir" eitt nú lesandi, granskarar og fyritøkur, sum í stytri ella longri tíðarskeið leiga sær høli til tess at menna vitanargrundað handilshugskot.
- Hesir "gestir" hava atgongd til felags hentleikar sum kanningarstovu, fundarhøli, telefonmóttøku, kantinu og annað, segði Maria.
Hon vísti á, at økini, sum stýringsbólkurin hevur lagt dent á, er lívtøkni ella bioteknologi og biokunning ella bioinformatik.
- Lívtøkni snýr seg um nýtslu av biotøkniligum hættum í samband við matvøruframleiðslu (fiskaúrdráttir), dýraheilsa (alifiskur), mannaheilsa (ílegugransking og heilivágsframleiðsla) og biokunning snýr seg um nýtslu av kunningartøkni innan tey lívfrøðiligu økini, eitt nú at savna og greina stórar mongdir av lívfrøðiligum, patologiskum og genalogiskum dátum.
Men hví júst hesi øki, spurdi Maria.
- Vit eru sannførd um, at vit hava potentiellar møguleikar, tá ið ræður um gransking og nýskapan innan framleiðslu av fiskaúrdráttum, fiskakaling og ílegugransking.

Fjøltátta búskapin
Hon segði, at visjónin hjá stýringsbólkinum er, at granskaraparkin skal fjøltátta búskapargrundarlagið, fremja umstøður fyri vøkstri, menna nýggjar vitanartungar vinnur, draga at sær kapital og know-how, draga at sær og halda fast fólki við akademiskum førleika.
- Vit meta, at hetta er neyðugt, um vit skulu yvirliva í einum globaliseraðum heimi, legði Maria aftrat.
Málið er, segði hon, at føroyska granskaraparkin kann hava ein miðsavnandi leiklut í samband við kommersialisering av úrslitum innan nevndu fakøki og fer at viðvirka til, at føroyskar fyritøkur og vørur verða millum tær fremstu í altjóða høpi.
- Málið er eisini, at granskaraparkin verður eitt markamót millum verandi vinnu, hægri nám, granskingarumhvørvi og íverksetarar.
Hon segði, at málið er eisini, at parkin fær góðar umstøður at fáa ment hugskot og verkætlanir, har nýggjar fyritøkur síggja dagsins ljós og gerast burðardyggar, meðan aðrar fyritøkur brúka føroysku granskaraparkina til at menna seg og ganga nýggjar leiðir.
- Granskaraparkin skal draga til sín føroyskar og útlendskar granskarar og onnur við fakligum førleika og útbúgving frá hægri lærustovni, og somuleiðis skal parkin draga til sín váðafúsan kapital, bæði føroyskan og útlendskan, segði Maria.

Alment partafelag
Ætlanin er, at føroyska granskaraparkin skal skipast við lóg sum alment partafelag, ið líkist leistinum við eitt nú Vágatunlinum.
Mælt verður til, at parkin verður bygd mitt í vitanarumhvørvinum í Føroyum, nevniliga á Debesartrøð.
- Bygningurin verður bygdur í tveimum ella trimum byggistigum, soleiðis at møguleiki er at leggja nýggj stig aftrat so hvørt, sum tørvur verður á tí.
Maria vísti á tilmælið hjá stýringsbólkinum um, hvussu bólkurin metir, at fíggjarligi partur kemur at síggja út.
- Vit hava mælt til, at játtaðar verða einar 7 miljónir krónur til forkanning og projektering av granskaraparkini, og síðan ávikavist 28, 24 og 18 miljónir krónur yvir trý ár til bygging. Somuleiðis hugsa vit okkum, at játtaðar verða 4 miljónir krónur til rakstur tað fyrsta árið og síðan 3 miljónir krónur um árið yvir trý ár, til raksturin verður sjálvfíggjandi.
Ætlanin er nevniliga, at virksemið hjá granskingarparkini skal verða sjálvfíggjandi, sum árini ganga.

Virksemið í gongd
Maria segði, at stýringsbólkurin mælir til, at lógaruppskot um parkina verður orðað í næstum og verður lagt fyri løgtingið.
- Vit mæla eisini til, at felagið verður stovnað so skjótt til ber, soleiðis at arbeiðið við projektering og bygging kann verða boðið út og somuleiðis, at stjóri verður settur, so virksemið fer í gongd sum skjótast.
Stýringsbólkurin mælir eisini til, at trý sonevnd granskingarprofessoratir innan lívtøkni verða sett við Fróðskaparsetur Føroya, og hesi skulu starvast í føroysku granskaraparkini.
- At enda mæla vit eisini til, at ílegugranskingin er komin upp á pláss, áðrenn granskaraparkin verður projekterað, tí vit meta, at hesin parturin saman við biotøknini hevur alstóran týdning fyri føroysku granskaraparkina, segði Maria Róin.