Tónleikur
Carola, James Sampson, Johnny Logan, Soap, Blå Øjne, Guðrun Sólja, A-Teens og nógv fleiri hava havt gleðina av at hava Lindu Andrews sum kórsangara.
Føroyska songkvinnan, sum er búsitandi í Danmark, er ein nógv umbiðin kórsangari, og hon hevur framført til bæði Danish Music Awards og Grand Prix.
Sum solistur er Linda Andrews ein rættiliga gospel-diva. Hon er solistur til konsertir og tiltøk, og hon ferðast eisini runt í Danmark at hava workshop í gospelsangi.
Linda Andrews roynir seg nú eisini við einari fløguútgávu, sum kallast Revelation, og tá hon í august fer á pallin á Summar Festivalinum, verður tað við einum væl spælandi bólki í rygginum og frálíkum sangum á skránni.
Dømi um tónleikin hjá Lindu Andrews kunnu hoyrast á hennara myspace-síðu.