Føroysk glaslist

Tað er Rosa Birgitha Dal Christiansen við virkinum Rabarbuglas, sum hevur gjørt ársins vøkru og serstøku planetir. Tær eru serliga framleiddar til Planet tiltakið 2010, og listaverkini verða tí ikki til keyps. Tey, ið hava vunnið, hava sostatt, umframt heiðurin, fingið eitt listarverk av føroyskari framleiðslu. Bert 9 unika eintøk eru framleidd.

Fakta um Rabarbuglas:
Glaslistin, ið tú kanst keypa hjá Rabarbuglasi, er hondgjørd og skapað úr sera góðum glasi og litum. Við sínum naivistiska og bjartskygda stíli hevur Rosa Birgitha valt at leggja dent á tað listaliga og serstaka í staðin fyri framleiðslu og mongd. Ongin glaslist er líka. Ætlanin við sterku litunum í glaslistini hjá Rosu Birgithu er at spjaða bjartskygni, gleði og vón.

Rosa Birgitha hevur alsamt ment seg sum glaslistakvinnu, og við tað, at hon varð við á ólavsøkuframsýningini 2010 við heili fimm listarverkum, er hon eisini viðurkend sum listakvinna.

Tað eru fleiri fyritøkur og feløg, sum hava vent sær til Rabarbuglas fyri at keypa glaslist sum fyritøkugávu við egnum búmerki, fyri at “branda” og marknaðarføra seg við hesum serføroyska møguleika.

Umframt at arbeiða við glaslist hevur Rosa Birgitha eisini arbeitt við at málað litríkar, naivistiskar málningar. Nú verða hennara skapandi evni tó í høvuðsheitum nýtt til Rabarbuglas og glaslistina.

les meiri um rabarbuglas á www.rabarbuglas.fo ella á facebook