Fyri fyrstu ferð nýtir ein føroysk vinnulívsfyritøka skrásett lánsbrøv til at fíggja sítt virksemi. Føroya Realkreditstovnur gevur út nýggja lánsbrævarøð fyri at styrkja um gjaldførið og at endurfíggja skuldina.
Eik Investment Banking hevur staðið fyri lánsbrævaútgávuni, sum er tann fyrsta av sínum slagi í Føroyum.
- Hesin fíggingarháttur verður meiri og meiri vanligur uttan fyri Føroyar, og kundi eisini verið ein møguleiki hjá kommunum, almennum stovnum og størri fyritøkum í Føroyum, sigur Olav Guttesen, leiðari fyri Eik Investment Banking.
Hann leggur afturar, at við skrásettu lánsbrævaútgávuni ber til hjá føroyskum og útlendskum íleggjarum at vera við at fíggja føroyskt vinnulív.
Higartil hava bert landskassin og fíggingarstovnar nýtt henda fíggingarmøguleika.
Leivur Michelsen, undirstjóri í Realinum, sigur, at tey eisini tey hava fyrimunir við hesum háttinum.
- Við lánsbrøvunum tryggjað okkum eitt óuppsigiligt lán í eitt fimm ár við góðari rentu, og harafturat er tað munandi lættari og meira yvirskoðiligt bert at hava ein samstarvsfelaga at venda sær til, sum so tekur sær av samskiftinum við íleggjararnar.
Lánsbrævið hjá Realinum er eitt standandi lán við skiftandi rentu, tengd at ciborrentuni, sum í løtuni er 1,24 prosent, pluss ein marginal á 2,25 prosent. Tilsamans er rentan 3,49 prosent. Av samlaðu lánsbrøvunum á 200 milliónir krónur, eru í løtuni 160 milliónir krónur seldar og skrásettar á virðisbrævamarknaðinum í Íslandi. Lánsbrævið verður innfríað til kurs 100 31. Desember 2015.