Evnið á framsýningini er sprottið úr tankanum um, at uttan mun til, um tú býrt á bygd í Føroyum, mitt í New York ella Keypmannahavn eru nógvar av avbjóðingunum og lívstreytunum hjá modernaða menniskjanum tær somu.
Flestu av listafólkunum, ið eru við á framsýningini, eru búsitandi í Føroyum, og hava tey øll á onkran hátt støði í tí tjóðarliga í alheimsgerðini í teirra visuella úttrykki. Tí vænta stigtakararnir, at føroyska listin á Den Frie í ár kann gerast ein rík og tankavekjandi uppliving fyri áskoðararnar. Framsýningini gevur nevniliga eitt gott innlit í tað, sum hendir á føroyska listapallinum í løtuni, verður sagt.
Tey 12 føroysku listafólkini, sum mynda framsýningina, eru:
Jógvan Sverrason Biskopstø, Edward Fuglø, Sigrun Gunnarsdóttir, Astri Luihn, Øssur Mohr, Ranvá Holm Mortensen, Amariel Norðoy, Jóna Rasmussen, Beinta av Reyni, Eyðun av Reyni, Kári Svensson og Arnold Vegghamar.
Framsýningin er at síggja í Den Frie Udstillingsbygning í Keypmannahavn og opin fram til 18. juni.