Í hesum døgum er ein forkunnug framsýning í Galleri Sams í Billund við føroyskari list. Framsýningin, sum eitur “Besøg fra Færøerne” (Vitjan úr Føroyum) er sera væl vitjað hesar fyrstu dagarnar.
Millum tey, ið sýna fram til hesa framsýningina, eru Eyðun av Reyni og Øssur Mohr.
Fernisering var leygardagin, og tá trinu umleið 100 fólk á gólvið at fregnast og fáa sær eitt prát við føroysku listafólkini.
Galleri Sam leggur stóran dent á at sýna listaverk fram frá góðum listafólkum, sum hava Norðurlond sum íblástur.
Listaframsýningin endar 22. september.










