Fótbóltur
HB framdi eitt lítið bragd, tá teir í dag spældu Intertoto-dyst móti lettiska FC Dinaburg.
Frá fyrsta bríksli var stórt trýst á HB-málið, og eftir einum 10-minuttum høvdu vertirnir eisini lagt seg á odda.
Restina av hálvleikinum sveittaðu HB´ararnir í nógva hitanum, men teir megnaðu at halda tætt, og stutt eftir steðgin fingu teir møguleikan, sum bíðað hevði verið eftir.
Jovan varð feldur nakað uttan fyri brotsteigin, og so kundi Rasmus Nolsøe stilla frísparkskanónina, sum flestu føroysku málverjar kenna. Talan gjørdist enn einaferð um eina perlu, og so ráddi um hjá HB at halda fast.
Trýstið linkaði einki, sum minuttirnir gingu, men tað eydnaðist Tróndi Vatnhamar í málinum og HB-liðnum annars at forða fyri fleiri málum, og so verður spennandi at vita, hvussu leikur fer at fara á Tórsvøll, tá Dinaburg vitjar her. Tann dysturin verður leygardagin kl. 16.
Og so kunnu vit annars bara taka undir við heimasíðuvertinum hjá HB, tá hesin sigur seg vóna, at lettisku fyrireikingarnar hesa ferð eru í lagi. Tað vóru tær avgjørt ikki, tá HB í 1993 spældi UEFA-Cup dyst móti RAF. HB hevði 0-1 tap at vinna aftur, og uppgávan tóktist vera til at loysa, men hetta fingu teir tó ikki møguleika at prógva. Ístaðin gjørdust teir fyrsta føroyska felagi, sum kom í næsta umfari í europeiskari kapping, tá flogfarið við lettiska liðnum ikki fekk sett seg á Flogvøllinum.










