Føroysk foreldur hava ikki líka góðar møguleikar at fáa ískoyti til at ansa sínum egnu børnum í Danmark, sum danir, ES-borgarar og EØS-borgarar hava.
Og tað er eitt mál, Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, nú hevur sett spurnartekin, og nú hevur danski ráðharrin lovað, at trupulleikin verður tikin við í arbeiðnum við einum lógaruppskoti, sum verður borið í Fólkatingið í vár.
Sjúrður Skaale vísir á, at danska lógin um ansingartilboð, tað er dagtilbudsloven, gevur foreldrum, sum passa síni egnu børn, rætt til eitt fíggjarligt ískoyti.
Men fyri at føroysk og grønlendsk foreldur skulu fáa hetta ískoytið, er tað ein treyt, at tey hava verið í Danmark í minst sjey ár av hesum seinastu átta árunum.
Uppihald í øðrum parti í Ríkinum, altso í Føroyum og í Grønlandi, telur ikki við í hesum sambandi. Men samstundis er uppihaldskravið ikki galdandi fyri EU-borgarar og EØS-borgarar yvirhøvur.
Sjúrður Skaale sigur, at hann skilir væl, at politikarar geva egnum borgarum ein framíhjárætt.
– Tað gera vit eisini í Føroyum, men í mínari verð sampakkar tað illa við hugsjónirnar um ein ríkisfelagsskap, at man gevur borgarum uttanfyri felagsskapin betri rættindi enn borgarar í felagsskapinum hava, sigur hann.
Fríggjadagin í farni viku setti hann danska barna- og sosialráðharranum, Mai Mercado, tveir spurningar um málið.
Hon vísir á, at í vár kemur stjórnin við einum uppskoti um eina heildarloysn á ansingarøkinum og hon heldur, at tað vildi verið natúrligt at umrøtt spurningin í tí sambandi.










