Føroysk fitness-video

Uttan at sveitta er heitið á nýggjum føroyskum fitness-sjónbandið, sum nú verður sent á marknaðin. Konseptið handan sjónbandið eigur Kristian Ludvík Dam, sum er útbúgvin fitness-venjari, og sum hevur sett sína egnu venjingarskrá saman. Filmurin hevur 14 venjingar, ið taka góðar 50 minuttir at gera - um tú gert alt í einum. Upptøkurnar eru gjørdar úti í Grøv í Klaksvík.