Føroysk filmslist í Keypmannahavn

Ein serlig filmssýning verður á Cinematekinum í Keypmannahavn Langa fríggjadag. Talan er um fýra teir fyrstu filmarnar í eksperimentellu filmsrøðini "The Cycle, sum tær báðar Marianna Mørkøre og Rannvá Káradóttir hava gjørt.

Filmskvøldið eitur "Artist talk og færøske billeder", og eftir sýningina av teimum fýra filmunum fer listaduoin at greiða frá um filmsverkætlanina. Harafturat fáa fólk høvi at síggja meistaraverkið hjá Sergei Paradjanov "The Colour of Pomegranates", sum er frá 1968.

Filmarnir hjá Marionnu Mørkøre og Rannvá Káradóttir vísa søgugongdina í filmunum gjøgnum dans og ávísar rørslur.

- Hyggjarin skal ikki fáa nakað ávíst burturúr filmunum, men fær møguleika at skapa sína egnu uppliving og fatan av søguni, siga føroysku filmslistakvinnurnar.

"The Cycle" verður Langa fríggjadag klokkan 18.30 á Cinematekinum í Keypmannahavn.

Til ber at lesa meira um tiltakið við at trýsta á niðanfyristandandi leinkju:

http://www.dfi.dk/Filmhuset/Cinemateket/Film.aspx?filmID=v1014704