Ferðafólk, sum fóru til Føroyar við Maersk mikumorgunin, fingu ein lítlan hvøkk, beint sum gjørt varð klárt til at fara av flogvøllinum í Kastrup.
Tvey av ferðafólkunum, sum Sosialurin hevur tosað við, siga, at meðan tey sita og bíða eftir, at flogfarið skal fara avstað, hoyra tey hundagoyggj uttanfyri og inni í viðførisrúminum. Fleiri løgreglufólk komu eisini á staðið og kannaðu flogfarið. Hetta sóu ferðafólkini.
Eftir at hava sitið í flogfarinum í ein lítlan tíma, fekk ferðafólkið boð um at fara úr aftur flogfarinum, tí tað fór kanska at ganga ein løta, áðrenn flogfarið var klárt at fara.
Eitt av ferðafólkunum sigur, at tá tey komu aftur í flogfarið, tá klokkan var farin av tólv, sigur flogskiparin, at orsøkin til seinkanina var eitt brek í útluftingini í flogfarinum. Hetta høvdu mekanikarar nú tikið sær av.
Tey tvey ferðafólkini, Sosialurin hevur tosað við, siga seg ikki trúgva orðunum hjá flogskiparanum, men vilja vera við, at okkurt annað var galið. Ferðafólkini vilja fegin vera ónevnd.
Kenna einki til uppáhaldini
Henrik Gustafsson, sum er flogleiðari í Maersk, sigur, at tey vita ikki um, at løgreglan hevur verið har við hundum. Hann sigur, at talan var bara um eitt tekniskt brek í útluftingini. Einastu fólkini, sum vóru hjá flogfarinum, vóru mekanikarar og kanska onkur, sum tók sær av viðførinum. Orsøkin til at teir fóru í lastina var, at brekið var í hesum partinum av flogfarinum.
Henrik Gustafsson sigur, at hann hevur kannað málið hjá løgregluni á staðnum, men at hon einki kennir til hesa hendingina. Sosialurin hevur eisini spurt seg fyri hjá løgregluni, men hon sigur seg einki vita um, at løgreglufólk og hundar hava verið og kanna eitt flogfar.
Hetta halda ferðafólkini vera løgið, tí tað er einki at fara skeivur í, at løgreglufólk við hundum vóru til staðar. Henrik Gustafsson undrast hinvegin um frágreiðingina hjá ferðafólkinum.
Tað stendur sostatt orð ímóti orði um hesa hendingina. Ferðafólkið sigur seg ikki vera í iva um, at løgreglan og hundarnir kannaði flogfarið bæði væl og virðiliga, tí hundarnir goyðu bæði hart og illa, meðan Maersk og løgreglan einki vita um hendingina, sum skelkaði ferðafólkið.










