Málið um nýggju politistøðina í Havn, er nú enda á hægsta, politiska stigið í Fólkatinginum. Talan er um at byggja gamla bankabygningin í Húsagøtu í Havn um til politistøð, og nú hevur Magni Arge, fólkatingsmaður fyri Tjóðveldi, spurt Ole Birk Olesen, ráðharra, um tað ikki hevði verið betri at bjóða arbeiðið út í Føroyum eftir føroyskari lóg heldur enn í Danmark eftir ES reglum.
Hann spyr Ole Birk Olesen um tað ikki hevði verið ein fyrimunur, tí so høvdu føroysk feløg boðið uppá arbeiðið, byggingin hevði verið bíligari og meira lá eftir í Føroyum. Magni Arge vísir til, at varð arbeiðið boðið út í Føroyum, og skipað eftir føroyskari lóg, reglum og mannagongdum, høvdu føroysk feløg boðið uppá umbyggingina.
Lisitatiónin var í Danmark, eftir danskari lóg og ES reglum, og tí minkaði áhugin hjá føroyskum byggifyritøkum at søkja um undangóðkenning at sleppa at bjóða upp á arbeiðið. Av hesi somu orsøk var hetta eisini mett sum ein ótrygg verkætlan, og tað, saman við at útboðið ikki varð skipað í samsvari við føroysku útboðslógina, fekk føroysk byggifeløg at aftra seg fyri at bjóða uppá arbeiðið.
Í skrivinum til Fíggjarnevndina hjá fólkatinginum, har biðið verður um fleiri pengar til politistøðina, sigur Ole Birk Olesen, ráðharri, at fyri upprunaliga útboðið, vórðu veitarar í Føroyum gjørdir varugir við verkætlanina. Millum annað var kunningarfundur í Havn við tí endamáli at fáa veitarar á staðnum at vera við, men tað var til fánýtis stendur í skrivinum.
Danska byggifelagið Ommen og Møller fekk arbeiðið at gera politistøðina í gamla bankabygninginum við Húsagøtu í Havn, tó við teirri treyt, at fíggjarnevndin játtar fleiri pengar til byggingina.