Leygarkvøldið verður forkunnugt føroyskt tónleikatiltak í Keypmannahavn, tá freku rappararnir úr Swangah Dangah og orkumiklu ungu menninir í Gypsi Train fara at spæla, og Brynjolfur á Heygum fer at diska. Av hesum trimum hevur Swangah Dangah argað og øst fleiri við sínum provokerandi og argandi tekstum. Undan tiltakinum á Vesterbro leygarkvøldið hevur mikið rumbul tikið seg upp, men tó uttan at Swangah Dangah, Gypsi Train ella Brynjolfur á Heygum hevur nakað við hetta at gera.
Plakatin (til vinstru), ið lýsir fyri tiltakinum og sum hongur kring alt Keypmannahavn, hevur nevniliga fingið sinnið í kók hjá fleiri. Sum tit síggja omanfyri, er tað ein berur kvinnuyvirkroppur, ið prýðir plakatina, og hetta hevur sanniliga øst nógv fólk.
Tað er FO Invasion við Edmund S. Jacobsen, sum skipar fyri tiltakinum. Tað er eisini hann, sum heitti á unga listamannin Bárð Dal Christiansen, um at gera ein plakat fyri seg um tiltakið. Síðani hon varð kunngjørd á Facebook hevur Edmund fingið eitt ótal av klagum frá privatpersónum, umframt tríggjar ávaringar frá fólkunum handan Facebook, tí tað er ikki loyvt at deila tilfar á Facebook, har onkur er nakin.
Edmund valdi síðani at gera eina sensureraða útgávu av plaktini (til høgru), ið hann síðani hevur brúkt á Facebook. Men so komu fjeppararnir hjá Swangah Dangah, Gypsi Train og Brynjolfi upp í myndina og byrjaðu at deila upprunaligu plakatina, ið vísti bera yvirkroppin.
Hesir síggja einki galið við plakatini og tóku tí dystin upp við Facebook. Tískil livir uppruna plakatin enn á Facebook, hóast tey, ið deila hana, risikera at fáa eina ávaring frá Facebook. Líkt er eisini til, at stórur partur av Keypmannahavn heldur ikki hevur nakrar trupulleikar við henni, tí kring allan býin hava plakatirnar fingið loyvi at hanga.
Uttan at taka støðu til plakatina ber í øllum førum til at staðfesta, at mongu klagurnar og ávaringarnar frá Facebook hava havt við sær, at ósensureraða plakatin er komin út til munandi fleiri fólk enn vanligt tí fólk av sínum eintingum hava deilt hana umframt at kjakast hevur verið um hana á Facebook og tiltakið soleiðis hevur verið umrøtt á val fleiri pallum, enn tað ivaleyst hevði verið.
Mynd: Bárður Dal Christiansen hevur gjørt plakatina