Íalt 177 leikarar úr teimum tíggju feløgunum í Vodafone-deildini og KÍ og 07Vestur, sum leika í 1. deild, kunnu savnast. Umframt at vera savningarkort eru faktaupplýsingar um fótbóltskarrieruna hjá hvørjum einstakum leikara.
Umframt mynd og faktaupplýsingar av hvørjum einstakum spælara, eru tøl fyri, hvussu góðar útgevarin metir leikararnar at vera. Upplýst er eisini, hvar á vøllinum leikarin dámar best at spæla, og hvørjum føroyskum feløgum, hann hevur spælt við. Allir leikarir eru ikki eins góðir, og tí eru eisini nakrir stjørnuleikarar. Hvørt lið hevur ein stjørnuleikara (gull), og eitt stjørnuskot (silvur) og so er eisini eitt signerað kort frá einum føroyskum fótbóltsleikara.
Í sambandi við at savningarkort av føroyskum fótbóltsleikarum fáast til keyps á Magn frá mánadegnum 31. mai, vitja fótbóltsleikarar á Magn støðunum kring landið fríggjadagin.
Leikararnir skriva autografar og geva børnunum ókeypis fótbóltskort av føroyskum fótbóltsleikarum.
Fríggjadagin 28. mai millum kl. 16-17
Magn í Gøtudal - leikarar úr ÍF og Vìkingi
Magn í Klaksvík - leikarar úr KÍ
Magn á Frælsinum ? leikarar úr HB og B36
Magn við Ringvegin ? leikarar úr B36, HB og AB