Hallur Joensen er nýggja føroyska country-stjørnan, og hann spælir á Summar Festivalinum í august Í farnu viku gav Hallur Joensen út fløguna Pickin? Time in Nashville, og síðani hevur fløgan selt sum heitt breyð. Næstan 2000 fløgur eru seldar eftir einari viku, og tað er næstan søgulig søla.
Hallur Joensen er ein framúr góður country-sangari,og við nýggju fløguni hevur hann rættiligt staðfest, at hann er í altjóða flokki.
Tónleikurin, sum er spældur inn í Nashville, er sera góður og ljóðar væl, og tá Hallur so leggur sína sterku rødd afturat, ljóðar tað sum country av besta slagi.
Summar Festivalurin er tí fegin um at boða frá, at Hallur Joensen fer at spæla á festivalinum í august. Hallur fer sjálvsagt at hava sín vælspælandi bólk afturat sær, og lagt er tí upp til eina minniliga countryløtu á Føroya størsta festivali í august.