Føroysk binding í fikkustødd

Enn ein nýggj bók er komin í røðini hjá H.N. Jacobsens Bókahandli um ymisk føroysk evni

Evnið hesaferð er Binding í Føroyum. Tað er Jóhanna av Steinum, sum hevur skrivað.

Fyrstu tvær bøkurnar í røðini vórðu givnar út í 2007. Onnur um Grind og Grindadráp og hin um Føroyska List. Ta fyrru skrivaði Dorete Bloch, lívfrøðingur, og hina seinnu listfrøðingurin, Inger Smærup Sørensen.

Árið eftir kom bók um Føroyskan Búfugl, sum Jens-Kjeld Jensen skrivaði, og í 2009 komu bøkurnar um Føroyskan Lunda og Føroyskar Plantur.

Bøkurnar eru fyrst og fremst ætlaðar ferðafólki, ið hava tørv á álítandi og dagførdum upplýsingum um føroysk viðurskifti, men eru eisini áhugaverdar og viðkomandi hjá føroyingum. Tær eru á enskum, HNJ’s Indispensable Guide to the Faroe Islands, og á donskum, HNJ’s Ultimative Guide til Færøerne.

Ætlanin er, á hvørjum ári, at geva bøkur út um nýggj evni. Av evnum, sum ætlanin er at umrøða, kunnu til dømis nevnast víkingar, bókmentir, matuppskriftir, handarbeiði, føroyskur dansur og føroyskt mál.