Føroysk børn til Danmarkar at fáa undirvísing frá heimsmeistarum

Teir bestu venjarnarnir í teakwondo úr Danmark og úr øðrum londum eru á leguni og undirvísa.

 

8.-14. juli fara umleið 42 børn úr Taekwondo felagnum Hwarang Føroyar til Esbjerg á summarlegu í teakwondo.

 

 

Tað er ein serlig lega í donskum høpi, sum hevur umleið 700-800 leguluttakarar. Teir bestu venjarnarnir í teakwondo úr Danmark og úr øðrum londum eru á leguni og undirvísa.

 

 

Á leguni eru eisini luttakarar úr Íslandi, Finnlandi, Svøríki, Noregi og úr onkrum av Baltisku londunum. Ein av seinastu døgunum verður skipað fyri kapping, og liðini úr ymisku feløgunum sleppa tá at berjast í móti hvørjum øðrum.

 

 

Umframt venjing í teakwondo hava luttakarar, venjarir og foreldur møguleika at luttaka í ymiskum skeiðum í millum annað dansi og zumba.

 

 

Noomi Kunoy Heradóttir, fyriskipari, greiðir frá, at á leguni kunnu luttakarar melda seg til ymiska undirvísing í teakwondo.

 

 

Høgni Kunoy Dávason, venjari í taekwondo felagnum Hwarang Føroyar, sigur, at hann heldur, at børnini, sum eru í felagnum hjá honum eru ómetaliga góð í kampi men hann heldur, at tey hava tørvi á venjig í “toonse”, sum er seriur og samansettir teknikkur. Hann vísur á, at summir venjarar á leguni eru heimsmeistarar í teakwondo, og tí fáa børnini frá Hwarang Føroyar heilt víst okkurt burturúr leguni.

 

 

- Tað er spennandi at møta venjarum og íðkarum, sum man hevur sæð í sjónvarpinum. Har eru meistarar í bæði EM og OL. Tað er spennandi, at fáa møguleika at verða undirvístur av teimum, og eisini sjálvur at sleppa at venja, sigur Høgni Kunoy Dávason.

 

 

- Legan er eisini ein samansjóðing hjá limunum í felagnum. Vit mugu fara til Danmarkar nakrar ferðir um árið at kappast, so vit kunni halda geistin uppi, sigur Noomi Kunoy Heradóttir.

 

 

Hon greiðir frá, at tey í føroyska felagnum eru í gongd við at útbúgva venjarar, soleiðis at tað fera at bera til at hava FM í teakwondo.

 

 

Í Taekwondo felagnum Hwarang Føroyar eru umleið  130 limir í aldrinum sjey til 45 ár.