Føroysk børn lesa ov seint

Lesiferðin hjá føroyskum børnum er væl lægri enn hjá donskum børnum vísir kanning hjá Katrin Næs og Karolina Matras Næmingar kunnu hava sera ymiskar trupulleikar at dragast við, tá ið tað snýr seg um lesing, og hesir trupulleikar kunnu vísa seg tíðliga ella seint í menningini.

Lesigranskararnir Katrin Næs og Karolina Matras siga við Skúlablaðið, at fyri at kunna arbeiða meira miðvíst við lesimenningini, er týdningarmikið at hava nágreiniligan kunnleika, sum er tikin úr okkara egna jørðildi. Tær hava kannað 585 næmingar í 1., 2. og 3. flokki í tveimum økjum í Føroyum, trý fylgjandi ár. Hóast kanningin vísir ein ávísan mun millum økini, er bólkurin við ótryggum lesarum heldur stórur.

Fyribils niðurstøðan vísir, at samanborið við danskar næmingar er størsti munurin at finna í 2. flokki, har einans 38,7 prosent og 27,1 prosent av føroysku børnunum verða bólkað sum tryggir og skjótir lesarar, meðan tað sama er galdandi fyri 53 prosent av donsku børnunum. Í mun til 3. floks næmingarnar er støðan tann, at ávikavist 49,5 prosent og 47,5 prosent av føroysku børnunum eru bólkaðir sum tryggir og skjótir lesarar ? og 55 prosent av teimum donsku. Les meira um kanningina í Skúlablaðnum, ella á heimasíðuni á www.skulabladid.fo.