Aftur í ár skipar Barnabati fyri, at børn úr Føroyum kunnu fara á norðurlendska summarlegu í Hillerød í Danmark. Tilsamans verða umleið 100 luttakarar úr øllum Norðurlondunum. Legan verður í døgunum 4.-10.juli. Tað verður ein bólkur á 12 børn í aldrinum 11-14 ár, og tveir ferðaleiðarar, ið umboða Føroyar í ár.
Talan er um eina fjølbroytta legu, har børnini eru virkin frá tíðliga á morgni til seint á kvøldi, serliga uttandura og við útferðum bæði til Frederiksborg Slot, Hillerød og eindagstúr til Keypmannahavnar, har farið verður í Planetarium, kanalrundferð, Strøget og Tivoli.
Meira kunning fæst hjá Barnabata.