Føroysk børn brúka fleiri barnslig orð enn onnur børn

Tað vísa úrslit frá ph.d.-verkætlanini hjá Sissal M. Rasmussen

Føroysk børn brúka lutfalsliga fleiri barnslig orð enn børn í øðrum londum. Tað vísir nýggj vísindalig grein, sum Sissal M. Rasmussen og Dorthe Bleses hava skrivað í vísindaliga tíðarritinum First Language. Tað eru úrslit frá ph.d.-verkætlanini hjá Sissal M. Rasmussen. 

 

Sambært Granskingarráðnum byggja úrslitini í greinini byggja á innsavning av dátum frá 1135 føroyskum børnum í aldrinum 8-36 mánaðir. Tey vísa m.a., at tað er serlig ferð er á máltøkuni, tá børnini eru millum 1-2 ár, at tað er munur á máltøkuni hjá dreingjum og gentum, og at føroysku børnini brúka lutfalsliga fleiri barnslig orð enn børn í øðrum londum.

 

Greinin vísir, at 24 mánaða gomul børn hava sera ymiskt orðfeingi, frá 40 orðum í lægsta bólkinum (10%) til 260 orð í miðal bólkinum (50%) til upp ímóti 600 orð í hægsta endanum (90%). Tá børnini eru 16 mánaðir er munurin meira enn 100 orð millum børnini, sum hava fæst og flest orð. Spennið uppá umleið 400 orð heldur á upp til elsta kannaða bólkin, skrivar Gransking.fo.

 

Sissal M. Rasmussen er ph.d.-lesandi á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum og greinin er úrslit av gransking hennara har. Dorthe Bleses er vegleiðari hennara. Verkætlanin er stuðlað av Granskingargrunninum.