Føroysk bókmentasøga nú á donskum

Forlagið Marselius gevur nú út fyrra bind av tveimum um føroyskar bókmentir skrivað á donskum av Jógvani Isaksen, lektara á universitetinum í Keypmannahavn. ”Færøsk Litteraturs Historie Bind 1” upp á 470 blaðsíður røkkur um árini frá 1298 og til 1950. Annað bind, sum væntandi kemur út um gott eitt ár, er um skeiðið frá 1950 og til í dag.

 

 

- Bókmentasøgan er skrivað á donskum fyri at veita útlendingum møguleika at kunna seg um føroyskar bókmentir, uttan at teir duga at lesa føroyskt. Um vit siga, at flestu fólk í Norðurlondum duga at lesa danskt og heilt fitt aðrastaðni við, so fer talið av fólki, sum nú fær møguleikan at lesa um føroyskan skaldskap at faldast við á leið 500. Ætlanin við útgávuni er sostatt fyrst og fremst at varpa ljós á okkara bókmentir. Sum Ebba Hentze sála segði: Um vit vilja hava føroyskar bókmentir út í heim, mugu vit sjálvi gera tað. Eingin ger tað fyri okkum, skrivar Jógvan Isaksen í tíðindaskrivi í dag. 

 

 

Á Reinsarínum fer bókmentafrøðingurin Bergur Djurhuus Hansen í næstum at samrøða við Jógvan Isaksen um ”Færøsk Litteraturs Historie”. Um tað yvirhøvur ber til at skriva eina bókmentasøgu fyri eitt ávíst land, tá ið vit vita, at kanska meginparturin av íblástrinum kemur aðrastaðni frá? Um tað ber til at viðgera miðaldarkvæðini sum bókmentir á sama støði sum nútímans bókmentir, tá ið vit ikki vita, hvussu tey hava sæð út í miðøldini? Hví fáa summir høvundar ómetaliga nógv pláss, ímeðan aðrir kunnu tykjast at vera við skerdan lut?