Tað kom sera illa við hjá ÍF, at álopsessið hjá teimum, Clayton Soares, ikki fekk uppihaldsloyvi í Føroyum og tí ikki spælir við felagnum í ár.
ÍF hevur manglað ein veruligan áleypara, og tað hevur eisini verið sjónligt higartil í Effodeildini, har ÍF er á aftasta plássi og einans hevur skotið sjey mál 11 teir fyrstu dystirnar.
Líkt er nú til, at ÍF hevur funnið mannin, ið skal royna at skjóta málini. Talan er um 27 ára gamla danska áleyparan, Frederik Selch Poulsen, sum í løtuni royndarvenur í Fuglafirði.
Frederik Selch Poulsen hevur seinast spælt við Vejgaard í triðbestu donsku deildini, og sambært keldum hjá in.fo, so skrivar hann helst undir við ÍF tá ið flytingargluggin letur upp um eina viku.