Tann 32 ára gamli føroyingurin, sum varð raktur av fleiri skotum á Nørrebro í gjárkvøldið, er ikki í lívsvanda longur Tann 32 ára gamli varð illa særdur í ryggin, tá ókendir menn skutu eftir bilinum, sum hann sat í á horninum millum Korsgade og Griffenfeldsgade á Nørrebro um áttatíðina í gjárkvøldið.
Tann 32 ára gamli sat aftanfyri í bilinum, og bilførarin fór alt fyri eitt á Ríkissjúkrahúsið við honum. Hann varð lagdur undir skurð beinanvegin, og í nátt segði løgreglan, at hann var uttan fyri lívsvanda.
Løgreglan í Keypmannahavn sigur við Ritzau, at føroyingurin var eitt tilvildarligt offur, tí hann hevur einki við nakað ólógligt virksemi at gera. Hann og vinamðurin vóru á veg til eina konsert, tá menn alt í einum fóru at skjóta eftir bili teirra.
Eygnavitni hava greitt frá, at menninir, sum skutu eftir bilinum við føroyinginum, vóru rættiliga ungir. Løgreglan tók tríggjar ungar menn í gjárkvøldið, men teir vórðu seinni latnir leysir.