Føroyingurin er so positivur

- Føroyingurin er róligur og skal hava góða viðgerð og vit hava tær bestu íbúðirnar til føroyingar, sigur Frank Pedersen, hotelstjóri á Nordsøen í Blokhus

Danland í Blokhus: Hotelstjórin á Danland hotellinum í Blokhus, Frank Pedersen, kennir fleiri føroyingar og og óivað kenni fleiri túsund føroyingar henda blíðsníðaða og fryntliga man. Av teimum lovorðum Frank Pedersen hevur um føroyingar, ja so kundi eg sagt tað sama um mannin sjálvan, tí soleiðis havi eg eisini lært hann at kenna, at hann er ein sera fyrikomandi og smílandi og vinarligur maður.
Frank Pedersen er 62 ára gamal og hevur starvast innan hetta øki í 30 ár, so hann kennir sítt fak, sum vit siga. Og nú er dóttir hansara Inge eisini komin meiri og meiri við, sum eg skilji, og verður helst at taka yvir eftir pápan, tá ið hann einaferð leggur frá sær. Frank Pedersen er útbúgvin virkisleiðari og áðrenn hann tók yvir hotellið var hann leiðari í 10 ár í eini keypsamtøku.
276 íbúðir
Nordsøen hotellið í Blokhus er eitt av teim størstu hotellunum hjá Danland. Tað hevur 276 íbúðir í 3 støddum. Í sjálvari móttøkuni starvast 5 fólk, men so eru alt í alt eini 50 fólk knýtt at virkseminum á hotellinum ? hjálparfólk av ymiskum slagi, reingerðingsfólk, 1 málari og ein timburmaður, 15 fólk á kafeteria í Vandland osv. Og tað skulu eisini nógv fólk at halda hesum stóra øki við líka og í brúkligum standi, tað sigur seg sjálvt.
Tá ið eg skal hitta Frank verði eg boðin inn á skrivstovu hansara, men hann er skjótur at siga mær at á hesi skrivstovu er hann nærum ongantíð. Honum dámar best at sita úti í móttøkuni. Men hann skal vísa mær eina tekning av tí nýggja motiónsrúminum sum skal gerast. Hetta er eitt 200 fermetrar stórt motiónsrúm sum verður klárt at taka í nýtslu í apríl-mai komandi ár. Umframt at íðka motión er í hesum nýggja øki eisini sauna og felags-sauna, dampbað, vatnmassaga og luftmassaga, Jet-stream, Relax Bassin og solariir og húðrøkt.
Tær bestu íbúðirnar
Eg eri forvitin at vita, hvussu Frank Pedersen dámar føroyingar og eitt stórt og vinarlig smíl legst um alt andlit hansara og so koma lovorðini út í stríðum streymi.
- Føroyingurin er róligur og skal hava eina góða viðger og eg havi bara havt góðar upplivingar saman við føroyingum, sigur Frank, og eg vóni at vit fáa sama tilboðið aftur komandi ár, leggur hann so aftrat, og her hugsar hann sjálvandi um góða tilboðið sum einir 6000 føroyingar hava keypt í summar til Danland.
- Og vit hava eisini havt eitt sera gott samstarv við Smyril Line, sigur Frank Pedersen og vil vita, um eg kenni tann og tann á Smyril Line, sum eg so geri.
- Føroyingar fáa eisini tær bestu íbúðirnar, sigur Frank Pedersen, men hann er ikki vísur í, um eg skal skriva tað, og gevur mær so loyvi til tað kortini, tá eg sigi honum at Føroyar er eitt sera lítið land og alt frættist við miklari ferð, sum hann sjálvandi veit.
- Men okkara primera aktiv er strondin, endar Frank Pedersen við at siga og nú hevur hann boðið morgunmat og eg heilsi uppá nøkur av starvsfólkunum í móttøkuni, eisini Inge, dóttrina, sum hevur eyðkenda smílið eftir pápan.