Føroyingurin, sum er varðhaldsfongslaður niðri í samband við eitt mál um kynsligt misbrúk av einum fýra ára gomlum dreingi, situr enn varðhaldsfongslaður.
Nordsjælland Politi upplýsir fyri Miðlahúsinum, at maðurin sjálvboðin gav sítt samtykki til at varðhaldsfongslingin bleiv longd til 17. januar.
Mamma dreingin situr eisini varðhaldsfongslað. Hennara varðhaldsfongsling bleiv longd til 24. januar.
Kvinnan er skuldsett fyri á ymiskan hátt at hava misbrúkt fýra ára gamla son sín kynsliga. Í sínum kanningum kom danska løgreglan fram á tjatt-samskifti millum 42 ára gomlu kvinnuna og 42 ára gamla føroyingin.
Umvegis tjatt á einum sosialum miðli skal maðurin hava vegleitt kvinnuni og givið henni ráð um, hvussu hon kundi misnýta dreingin.
Les eisini Lokkaði mammuna at senda sær fúlar myndir
Maðurin varð handtikin á flogvøllinum í Kastrup tann 16. oktobur, tá hann kom í land úr Føroyaflúgvaranum.
Nordsjælland Politi váttar eisini fyri Miðlahúsið, at løgreglan í Føroyum hevur luttikið í kanningararbeiðinum, men vil ikki upplýsa nærri á hvønn hátt ella í hvønn mun.