Føroyingur vunnið 15 milliónir í lotto

Lottoseðiln er keyptur í Havn

 

Tað eru helst mong, sum droyma um at vinna tann heilt stóra vinningin. Tað er ein dreymur, sum av álvara gekk út hjá einum føroyingi nú um vikuskiftið. Ein heppin føroyingur hevur vunnið 15 milliónir í lotto um vikuskiftið. Hann hevði nevniliga sjey vinnaratøl og tann hepna seðilin keypti hann í Activ í Havn

Danske Spil sigur, at tey vóna, at vinnarin hevur kannað seðilin, so at hann veit av vinninginum. Tey í Danske Spil hava ikki tosað við hann enn,