Føroyingur við til HM í Ironman í oktober

EIn føroyingur vann Ironman kapping í Keypmannahavn

Sunnudagin 21. august vann Niclas Debes Ironman kapping í Keypmannahavn í sínum aldurbólki, sum er 60-64 ár.

 

Tíðin, ið hann kom á mál við var 12:01:58. Hann var eini átta minuttir frammanfyri nummar tvey, so sigast kann at Niclas Debes vann væl og virðiliga.

 

Bakgrundin hjá Niclas Debes er innan renning og hann hevur ofta runnið maraton fyrr. Seinastu árini hevur hann tó roynt eitt sindur meir og hevur m.a. eisini fullført nøkur hálv ironman.

 

Vinnarin av Ironman kappingum fáa møguleika at fara til Hawaii í oktober at kappast í HM innan tað sama. Hesum hevur Niclas Debes tikið av.

 

Hann væntar eina heilt aðra kapping í Hawaii, tí umstøðurnar eru heilt øðrvísið. Tað er heitari at renna og súkkla og sjógvurin er øðrvísið at svimja í. Tú kann ikki brúka vátdrakt at svimja í og draktin gevur annars eina uppdrift, sigur Niclas Debes. Tí er tað ringt at samanbera umstøðurnar í Keypmannahavn og Hawaii og tað er ringt at siga hvussu tað fer at ganga.

 

Vit ynskja sjálvandi Niclas Debes bestu eydnu niðri í Hawaii.