Festivalur
Føroyingurin, Filip Hansen, sum býr í Leirvík, hevur seinastu trý árini siglt í offshore-vinnuni í Brasiliu. Hann siglir við einum umbygdum supply-skipi, sum nú hevur til uppgávu at reinsa oljubrunnar og rør.
Felagið, sum eigur skipið, er franskt, og tað eru norðmenn, sum eiga felagið saman við fransmonnum.
Skipið er umleið 95 metrar langt, og umborð eru millum 28 og 30 mans tilsamans.
Tveir føroyingar
Umframt Filip Hansen, siglir eisini sandoyingurin, Árni Fossdalsá, við skipinum. Árni er trúlovaður kvinnu úr Brasiliu og býr har yvir.
Nú skipið hevur verið í dokk, nærendis Rio de Janeiro, hava Filip og hansara menn ligið inni í einar seks vikur.
Í morgun høvdu vit hann í telefonini, og tá høvdu teir loyst aftur og vóru á veg til Victoria, ið liggur einar 36 tímar norðanfyri Rio.
Filip sigur, at nú teir vóru inni, meðan stóri festivalurin var í Brasiliu, fingu teir eisini høvi at verða við og fylgja tiltøkunum.
- Teir fyrstu dagarnar eru tiltøkini ókeypis, men tá ið tann stóra og formella framførslan er á einum stadion-øki, er neyðugt at gjalda fyri at verða við.
Einki er at ivast í, at tað er eitt stórt upplivilsi at vera við til ein so stóran festival, sum er ein rættilig tjóðarhátíð.
- Eg havi tikið nógvar myndir av samba-dansi og stóru framførsluni.
Filip sigur, at hetta var eitt stórt upplivilsi.
Norðmenn nr. 9
- Festivalurin varar í nakrar dagar, og teir fyrstu dagarnar eru tað børnini, sum sýna fram dansir. Seinnu dagarnar verður kappast ímillum dansiskúlar, sum verða býttir upp í deildir, og at enda verður ein vinnari funnin í elitubólkinum, har eitt ávíst tal av skúlum sleppur at kappast.
Filip sigur, at norðmenn hava sponsorerað tann eina av skúlunum, sum soleiðis eisini hevur til uppgávu at marknaðarføra eitt tema fyri norskar fiskavørur.
- Dansiskúlin, sum norðmenn sponsoreraðu, gjørdist nummar 9 í samlaðu kappingini, sigur hann og leggur aftrat, at norskur saltfiskur og klippfiskur er væl umtóktur í Brasiliu.
Filip Hansen kemur nú heim aftur til Føroya og kann halda frí komandi seks vikurnar í Leirvík.
- Eg vænti at verða heima í Føroyum aftur hósdagin í hesi vikuni, sigur hann.