Finalistarnir í stóru vakurleikakappingini um at gerast Miss Danmark 2012 kunnu í hesum døgum síggjast á heimasíðuni hjá donsku avísini BT.
Ímillum tær 20 kvinnurnar, ið skulu kappast um at gerast vakrasta sprundið í Danmark og harvið fáa møguleikan at luttaka í Miss World, er føroyska Anna Helena Ejdesgaard.
Í einum videobroti á bt.dk fortelur 18 ára gamla sprundið úr Hoyvík eitt sindur um seg sjálva og greiðir eisini frá, hví júst hon skal gerast Miss Danmark 2012.
- Eg eri ótrúliga málrættað, og tað, haldi eg, er umráðandi hjá einum persóni, sum skal vinna altjóða kappingina Miss World, sigur Anna Helena Ejdesgaard.
Føroyska vakurleikadrotningin gongur í løtuni á øðrum ári á Studentaskúlanum í Hoydølum. Í frítíðini fæst hon nógv við dans og fimleik, og eitt nú hevur hon luttikið í heimsmeistaraskapi í estetiskum fimleiki.
Vinnarin av Miss Danmark verður funnin tann 18. mai, og finalan í Miss World verður í Mongolínum tann 18. august.
Til ber at lesa meira um Onnu Helenu Ejdesgaard í Sosialinum í morgin.
Fyri at síggja videobrotið við Onnu Helenu Ejdesgaard kanst tú trýsta á leinkjuna niðanfyri:









