Føroyingur við í milliardagrunni

Pengagrískir og sekir í at kroysta pengar úr fólki.

Soleiðis ljóðaði dómurin yvir gullfuglarnar hjá fyrrverandi DONG-stjóranum, Lars Eldrup so seint sum í vár.

Teir fýra, Jacob Baruël Poulsen, Christian Skakkebæk, Torsten Lodberg Smed og føroyski Rúni Bro Róin vórðu hongdir út á øllum forsíðum sum veruliga orsøkin til, at Anders Eldrup fekk sekkin.

Nú eru teir fýra komnir afturíaftur í einum hugvekjandi lyklaleikluti í orkuvinnuni í tí, sum má metast fyri mest ótrúliga comeback’ið í nýggjari danskari vinnulívssøgu. Tað skrivar Politiken.

Frameftir skulu teir fýra standa á odda fyri einum nýggjum milliardagrunni, sum millum annað skal gera íløgur í biomassastøðir og nýggjar transmissiónsstøðir til vindorku, so orkan kann flytast frá til dømis Norðsjónum til Týskland og restina av Europa.

Tað er pensjónsfelagið, PensionDanmark, ið hevur sett teir fýra í starv. Pensiónsrisin hevur sett seks milliardir krónur í grunnin, ið teir fýra skulu stýra, og sum hevur fingið navnið Copenhagen Infrastructure Fond.