Føroyingur við á "elefantveiðu" á Fyllabanka: Stórur spenningur í Grønlandi nú oljuleiting er byrjað

Tann 10. juli kann gerast ein søguligur dagur í grønlendskari vinnusøgu. Henda dagin varð sett á at bora eftir olju og gassi á Fullabanka í Vesturgrønlandi

Føroyingur við á "elefantveiðu" á Fyllabanka: Stórur spenningur í Grønlandi nú oljuleiting er byrjað


Jan Müller


Tann 10. juli kann gerast ein søguligur dagur í grønlendskari vinnusøgu. Henda dagin varð sett á at bora eftir olju og gassi á Fullabanka í Vesturgrønlandi. Millum tey mongu fólkini, sum eru við í hesum spennandi arbeiði, eru eisini føroyingar, og ein teirra er Eyðfinn Jacobsen úr Sørvági. Hann hevur til nýliga starvast sum sakførari í Havn og seinastu tíðina, áðrenn hann fór til Grønlands, arbeiddi hann í Fíggjarmálastýrinum við nettup oljumálum.

Eyðfinn Jacobsen vildi royna nakað nýtt og søkti starvið sum fyrisitingarstjóri í grønlendsku ráevnisumsitingini. Hann fekk starvið framum aðrar 30 umsøkjarar.

Nú fylgir hann so tí fyrstu boringini - um somu tíð sum hann eisini fylgir við, hvat hendir í Føroyum á oljuøkinum. -Eg hevði ikki ímyndað mær, at hetta fór at vera eitt so avbjóðandi og spennandi arbeiði, og tann sannroynd, at bæði grønlendingar og føroyingar eru farnir at leita eftir olju og gassi um nakað somu tíð - ger hetta ikki minni áhugaverd sigur Eyðfinn Jacobsen, sum er við at fáa fast undir fótum í Nuuk. Í summar fer restin av familjuni til Grønlands.

Eyðfinn greiðir frá, at tað hevur gingið við við boringini og vóru teir komnir einar 500 metrar niður síðst í farnu viku. Ætlanin er at bora í góðan hálvan annan mánað.

Talan er um eina rættiliga áhugaverda verkætlan, sum tey fýra oljufeløgini, Statoil, Phillips, Dong og Nunaoil standa fyri. Til sjálva boringina verður brúkt spildurnýggja og sera vælútgjørda norska boriskipið West Navion. Skipið er útgjørt við øllum hugsandi hentleikum. Saman við tí eru eisini tveir stórir supplybátar.

Alt grønlendska samfelagið fylgir boringini við stórum áhuga. -Eg haldi ikki eg sigi ov nógv, tá eg sigi, at stór semja er í Grønlandi fyri at troyta ráevni í undirgrundini, tað verið seg olja, gass, mineralir o.a. Men sjálvandi leggja teir stóran dent á - eins og í Føroyum - at umhvørvið ikki verður dálkað, og er hetta kanska serstakliga týdningarmikið í tí sera viðkvæma arktiska økinum.

Eyðfinn Jacobsen sigur, at umframt oljufeløgini, sum hava fingið tillutað uppgávuna at gera hesa fyrstu boringina, so fáa teir stóra hjálp frá ymsum donskum myndugleikum so sum GEUS, Dansk Miljøundersøgelsen og Energistyrelsen.

Eins og í Føroyum verður nógv tosað um at fáa samfelagnum enn eitt bein at standa á, soleiðis at ikki alt stendur og fellur við fiskivinnuni.

Sambart avtaluni millum heimastýrið og donsku stjórnina er øll umsitingin av ráevnunum flutt til Nuuk, og tað er her leikluturin hjá m.a Eyðfinn Jacobsen liggur. Avtalan sigur so eisini, at av teimum fyrstu 500 mill. kr., sum koma frá møguligari olju, skal býtast helvt um helvt millum Grønland og Danmark, meðan inntøkur oman á hesa upphædd skulu samráðingar vera um. Sambrt avtaluni hava grønlendingar eisini møguleika at brúka danska ekspertisu.


Mest sannlíkt at finna gass

Hvussu stórir eru so møguleikarnir fyri at finna nakað í undirgrundini? -Gjørt er stórt forarbeiði og er talan um stórar strukturar, sum kunnu goyma olju og gass. Mett verður, at møguleikin fyri at finna olju tó bert er eini 2-4%, meðan útlitini fyri gassfundi eru 50%. Og verður talan um gassfund, so verður tosað um elefantar tvs. risastór felt.

Eyðfinnur Jacobsen sigur, at teir í Grønlandi fylgja eisini við í tí, sum hendir á føroyska oljuøkinum. Í løtuni arbeiðir hann við at leggja til rættis 1. útbjóðingina í Grønlandi. Hon verður lýst eftir at úrsliti fyriliggur frá hesi fyrstu boringini.

Annars fer stórur partur av arbeiðinum eisini til námsvinnuna, sum tykist hava stóra framtíð í Grønlandi. Í næsta ár verður eitt gullnám latið upp í Grønlandi.

Sosialurin skilur annars, at møguleiki er fyri, at hetta sama boriskipið, sum nú verður brúkt í Grønlandi, kann koma at bora fyri Statoil-bólkin í Føroyum eisini. Tað hava vit tó ikki fingið váttað, men tað skilst, at hetta er ikki óhugsandi.hagtøl eru hjálpiamboð og ikki avgerandi stýringsamboð.

Samfelagsmenning og samfelagsgongd kemur ikki dalandi niður úr erva. Tað eru vit sjálvi, sum skulu skapa menningina, og tað eru vit sjálvi, sum skulu stýra gongdini.


Hvat fer at henda?

Og hvat er tað, sum menn rokna við fer at henda, og hví hendir tað?

Høvuðstrupulleikin er tann skeivleiki, sum fer at koma í ta pyramiduna, sum hevur við aldurssamansetingina at gera. Tað gerast alt fleiri pensjonistar, meðan bólkurin við fólki í vinnuførum aldri verður lutfalsligari minni.

Sagt verður, at pensjonistabólkurin, tað eru tey yvir 65 ár, fer at veksa úr teimum 6200, sum eru í dag, til gott og væl 10.000 um knappliga 40 ár. Hetta er ein vøkstur upp á gott og væl 60%. Samstundis veksur bólkurin av teimum, sum eru í vinnuførum aldri, tað eru tey millum 20 og 64 ár, úr teimum gott og væl 24.000, sum eru í dag, til 29.000 um knappliga 40 ár. Hesin vøkstur er uml. 20%.

T.v.s. at pensjonistabólkurin fer at veksa nógv skjótari enn bólkurin í vinnuførum aldri, og tí fer forsyrgjarabyrðan at veksa. Tað merkir so aftur, at har tað í dag eru fýra fólk í vinnuførum aldri til hvønn pensjonist, verða tað um 40 ár bert trý í vinnuførum aldri til hvønn pensjonist. Forsyrgjarabyrðan veksur, tí tað gerast lutfalsliga færri til at gjalda yvir skattin tað, sum fer til pensjónir og umsorgan.

Men somu hagtøl vísa eisini, at gongdin seinastu 30 til 40 árini hevur verið júst tann sama, sum vit kunnu vænta okkum næstu 30 til 40 árini. Og seinastu árini hevur tað gingið stútt framá, so hví ikki heldur siga, at vit taka hetta sum eina avbjóðing, og at útbyggingin sjálvandi skal halda áfram.

Og hví veksur pensjonistabólkurin lutfalsiga í mun til tann vinnuføra bólkin? Jú, fyri tað fyrsta, tí vit, sum nú eru um miðalaldur fingu færri børn og fyri tað næsta, tí at livialdurin hækkar. Men hetta við livialdrinum er jú eyðkenni fyri framkomin samfeløg og hevur leingi verið ein málsetningur innan heilsuøkið. Hetta er ikki eitt eyðkenni fyri tilafturskomin lond. Tí er tað nakað av einum paradoksi, at hetta skal fáa heitið ein tikkandi bumba fyri framtíðarsamfelagið.

Lat okkum tí avmontera hesa pensjónsbumbuna í føðingini, tí annars er vandi fyri, at hon verður politiskt misbrúkt til at skrúða hetta samfelagið annaðleiðis saman. Man kann jú gera sær trupulleikar fyri at fáa eina orsøk til at gjøgnumtrumfa ein ávísa politiska ætlan.


Pensjónsskipanir

Ikki tí, tað eru nú mong ár síðan, at politikkarar bæði her heima og rundan um okkum fóru at tosa um, at tað fór at gerast alt meira trupult at fíggja pensjónirnar yvir skattin, og tí mátti onnur loysn finnast. Fram í ljósið komu loysnir, sum bygdu á ymisk prinsippir, t.d. at pensjónirnar skuldi arbeiðsmarknaðurin taka sær av, meðan aðrir mæltu til, at hvør lønmóttakari skuldi sjálvur skipa fyri egnum pensjónsviðurskiftum, meðan uppaftur aðrir tosaðu um, at hetta skuldi síggjast sum ein almenn uppgáva.

Tí síggja vit eisini ymiskar pensjónsskipanir í teimum ymisku londunum. Týskland hevur latið hetta upp í hendurnar á arbeiðsmarknaðinum, Ongland hevur latið tað upp í hendurnar á hvørjum einstøkum, meðan vit um okkara leiðir enn halda fast um ein ávísan solidaritet við almennum pensjónum.

Men vit kenna tó eisini munin í dagsins politikki her í Føroyum. Samhaldsfestið hevur fingið harða kapping frá egoismuni. Høgra rákið hevur bjóðað vinstravonginum av í pensjónsspurninginum.

Teir borgarligu mæla nú til, at hvør sætar sær, og tí vilja teir hava eina fólkatrygging. Vit skulu sjálvi taka ábyrgd av egnum aldurdómi, verður sagt. Man hevur ábyrgd fyri sær sjálvum og ikki av øðrum. Hetta er egoisman, tá hon er best. T.v.s. at hvør tryggjar seg sum frægast við einum ávísum prosenti av lønini. Tað hevur verið nevnt, at hvør lønmóttakari skal gjalda inn 10% av lønini. Hetta er ein møguleiki fyri tey við góðum lønum, men tað kemur sanniliga at sansa at hjá nógvum tímaløntum og øðrum í tí dagliga at skulu gjalda 10% av lønini til pensjón. Og sum skilst, so skal arbeiðsgevarin ikki gjalda.

V. ø. o. tann munur, sum er í okkara arbeiðsføra aldri, har nøkur tjena nógv og onnur minni, hann verður varðveittur í pensjónsárunum. Og fyri tey, sum ikki hava verið á arbeiðsmarknaðinum m.a. heimaarbeiðandi mammur, tey arbeiðsleysu og tey brekaðu, har verður ein píningur av einari almennari pensjón. Alt í alt ein skipan, har tey fáu fáa ov nógv, og tey mongu ov lítið.


Framhald

Jóannes Eidesgaard