Leygardagin vann 13 ára gamli Askur Holm Magnason silvur í DM í amboðsfimleiki fyri lið. Hóast hann býr í Føroyum og dagliga venur við Hanvar Fimleikafelag, kappaðist hann í DM fyri Greve Gymnastik. Teir luttóku í aldursbólkinum fyri ungar juniorar.
Úr Danmark verður sagt, at ungi føroyski íðkarin stóð seg avbera væl, og tí eru vónirnar til heiðursmerki sera góðar, tá Askur Holm Magnason um tvær vikur skal luttaka í DM fyri einstaklingar.
Askur Holm Magnason er fleirfaldaður føroyameistari í amboðsfimleiki í sínum aldursbólki, og fekk fyrr í ár eitt fimta pláss í Norðurlandameistarakappingini í lopi yvir hest.
Hann er føroyskur landsliðsfimleikari og hevur fyrr eisini vunnið suðurenskameistarheitið fyri lið umboðandi Torbay Olympic Gymnastics úr landslutinum Devon.









